- Grønland størri avgerðarrætt í arktiskum málum

- Grønland størri avgerðarrætt í arktiskum málum
Symbolski týdningurin skal ikki undirmetast, sigur granskari í altjóða politikki
 
12.06.2021 - 12:48

Tað sigur Marc Jacobsen, post.doc. granskari í altjóða politikki í Arktis við Lærda háskúlan í Cambridge. Og tað sigur hann við grønlendska miðilin KNR

Hetta er eitt dømi um, at Danmark gerst alsamt meira bundin at Grønlandi og ikki øvugt í arktiskum málum, sigur hann eftir ríkisfundin landanna millum. 

Niðurstøðan har var, at tá ið arktiskir fundir eru, tosar Grønland fyrst, síðan Føroyar og Danmark síðst. 

 

Týdning

Tað hevur týdning, tí tað landið, sum hevur orðið fyrst, hevur ofta nógv at skula hava sagt, vísir Marc Jacobsen á. 

Marc Jacobsen vil eisini fegin vita, um Grønland og Føroyar kunnu fáa egið flagg og egið navnaskelti á borðið frammanfyri umboðunum úr ávikaviskt Føroyum og Grønlandi á næsta fundinum í Arktista ráðnum.

Tað hevur stóran týdning í at verða viðurkendur sum sjálvstøðugur partur.

Gamaní er talan um symbolpolitikk, men symbolpolitikkur kann hava nógv at siga, tá ið stórveldini hittast, heldur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717