Nú skal sleppast av við alt pant á einum stað

Nú skal sleppast av við alt pant á einum stað
Skipanin skal vera so einføld sum gjørligt, og hon skal vera um alt landið, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður
Fólk illneitast inn á, at tað skal vera neyðugt at renna frá Peri til Pól at sleppa av fløskur, men nú kemur ein skipan, har tað slepst av við alt pant á einum stað, sigur landsstýrismaðurin
 
11.06.2021 - 14:56

Nýggj móttøkuskipan fyri fløskur og íløt kemur væntandi í heyst.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.

Hann hevur svarað fyrispurningi frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, sum spurdi um málið.

90 prosent komu aftur

Helgi Abrahamsen sigur, at í fjør komu 90 prosent inn aftur, og tað er gott. Men verandi skipan er ikki brúkaravinarlig, og fólk illneitast inn á, at neyðugt er at renna frá Peri til Pól, tá fløskur og íløt skulu latast inn aftur.

Skipanin verður nú endurskoðað, og ætlanin er, at nýggja skipanin skal vera so einføld sum gjørligt, so sleppast kann av við alt, sum hevur álagt pant, á sama stað. Og skipanin skal vera um alt landið.

Endurskoða kunngerðina

Arbeiðið at endurskoða kunngerðina um burturkast er byrjað, og ætlanin er, at ein dagførd pantskipan skal vera í samljóði við hetta arbeiðið, sum væntandi verður liðugt seint í heyst, sigur Helgi Abrahamsen í svarinum til Anniku Olsen.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur svarað Anniku Olsen, løgtingskvinnu, um pant.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109