Lesandi fáa barnsburðarstudning í 11 mánaðir

Lesandi fáa barnsburðarstudning í 11 mánaðir
Ein onnur broyting í kunngerðini er, at eisini næmingar kunnu fáa ferðastudning innanoyggja
Lesandi fara nú at fáa barnsburðar-farloyvisstudning í 11 mánaðir eftir føðing
Mynd: Savnsmynd  
 
11.06.2021 - 08:38

Lesandi fara nú at fáa barnsburðar-farloyvisstudning í 11 mánaðir eftir føðing.

Tað stendur í uppskoti um broytingar í kunngerðini um lestrarstuðul, sum er sent til hoyringar.

Sambært galdandi kunngerð kann barnsburðar-farloyvisstudningur latast upp til tríggjar mánaðir eftir føðing.

Hesin studningur kann latast í 11 mánaðir fyri føðing. Og nú skal hann eisini kunna latast í 11 mánaðir eftir føðingina. 

Næmingar fáa ferðastudning

Ein onnur broyting er, at eisini næmingar kunnu fáa ferðastudning innanoyggja.

Í galdandi kunngerð kunnu bara lesandi fáa hendan studning. Men nú koma orðini "og næmingum" afturat í kunngerðina.

Broytingarnar í kunngerðini um lestrarstuðul skulu koma í gildi 1.august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717