Ov stutt skotbrá at søkja úr hjálparpakka 4

Ov stutt skotbrá at søkja úr hjálparpakka 4
Ferðavinnufelagið vísir á, at grannskoðararnir hava nóg mikið at gera, og tí kann tað verða ein teknisk forðing at søkja úr hjálparpakkanum
Henny á Líknargøtu er forkvinna í Ferðavinnufelagnum
 
10.06.2021 - 08:28

1.juli er ov stutt skotbrá, sigur Ferðavinnufelagið um hjálparpakka 4.

Tí trupult er at fáa grannskoðarahjálp til uppseting og átekning, nú allir ársroknskapir skulu vera latnir inn 30.juni. 

Grannskoðaravirkini hava nóg mikið at gera hetta til 1.juli. Tað kann tí gerast ein teknisk forðing fyri at søkja úr hjálparpakka 4.

Umsóknarfreistin í hjálparpakka 4 er 1.juli.

Ferðavinnufelagið mælir eisini til, at upplatingartíðirnar hjá skeinkistøðum ikki verða avmarkaðar aftur fyri at forða fyri smittuspjaðing.

Løgtingið hevur víst á, at ikki er rætt at brúka matstovulógina til at forða fyri smittuspjaðing. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717