Leggur seg ikki út í avgerðina um filmsstuðul

Leggur seg ikki út í avgerðina um filmsstuðul
Bárður á Steig Nielsen vísir aftur, at talan er um sensur, at filmurin Sæla ikki fær almennan stuðul
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur svarað Bjørt Samuelsen
 
09.06.2021 - 08:39

Løgmaður fer ikki at leggja seg út í avgerðina hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, at nokta at geva filminum Sæla stuðul.

Tað sigur hann í svari til Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu.

Løgmaður leggur seg ikki út í avgerðir hjá landsstýrisfólkum, uttan tær eru ólógligar, ella ikki ber til at liva við teimum politiskt.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at talan er ikki um sensur.

Filmurin kann gerast, hann fær bara ikki almennan peningaligan stuðul.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717