Ríkisfundur verður hósdagin

Ríkisfundur verður hósdagin
Eftir ríkisfundin verða uttanríkis- trygdar- og verjumál viðgjørd
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri
 
08.06.2021 - 13:56

Árligi ríkisfundurin verður á Marienborg hósdagin, tá ið teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum Mette Frederiksen, Múte Borup Egede, og Bárður á Steig Nielsen, fara at umrøða mál av felags áhuga.

Eftir ríkisfundin verða uttanríkis- trygdar- og verjumál viðgjørd.

Á hesum fundinum verða teir tríggir stjórnarleiðararnir Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, Pele Broberg, landsstýrismaður í vinnu-, handils-, uttanríkismálum, Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum og Trine Bramsen, verjumálaráðharri.

Eftir fundirnar verður skipað fyri tíðindafundi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717