- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hasfjord bar við land í Skopun
Hasfjord bar við land í Skopun
Skipið liggur nú við bryggju í Skopun
Mynd: Landsverk
03.06.2021 - 11:21
Klokkan eitt korter til 11 fyrrapartin bar strandfaraskipið Hasfjord við land í pollinum í Skopun.
Skipið liggur nú við bryggjukantin í Skopun, og tamarhald er á støðuni, sigur Strandferðslan í tíðindaskrivi.
Sjey ferðafólk og seks akfør vóru við Hasfjord, tá skipið bar við land, og hvørki fólk ella akfør hava fingið skaða, sigur Strandferðslan.
Hasfjord siglir ikki meira í dag, men arbeitt verður við broytingum á leið 60 og 85.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV