Ternan fer á Sandoyarleiðina eftir hvítusunnu

Ternan fer á Sandoyarleiðina eftir hvítusunnu
Ternan fer bara at røkja Nólsoyarleiðina í eina góðu viku, áðrenn Erla Kongsdóttir aftur fer at sigla um Nólsoyarfjørð
Ternan varð flotað aftur í gjár, men hon verður ikki drúgv á Nólsoyarleiðini
Mynd: Leif Hansen  
 
11.05.2021 - 13:39

- Gongst sum ætlað, fer Ternan at sigla Sandoyarleiðina beint eftir hvítusunnu.

Tað sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.

Ternan, sum hevur verið á sleipistøð í longri tíð, fer sostatt bara at sigla til Nólsoyar í eina góða viku, áðrenn Erla Kongsdóttir aftur verður sett í sigling um Nólsoyarfjørð

Ternan fer at sigla á Sandoyarleiðini í tríggjar, fýra vikur. 

Sam til eftirlit

Tá Teistin er liðugur á beding og fer aftur á Sandoyarleiðina, stendur strandfaraskipið, Sam, fyri tørni at fara til klassingar og eftirlit. 

Tá verður endaliga avgjørt, um Ternan skal sigla fyri Sam á Kalsoyarleiðini. 

- Vit vænta, at Erla Kongsdóttir fer at sigla fyri Sam, og at Ternan kanska fer at sigla tveir dagar um vikuna við farmi á Kalsoyarleiðini - alt eftir, hvussu nógv tung ferðsla er, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandfersluni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008