Nú verður Ternan flotað

Nú verður Ternan flotað
Gongst sum ætlað, fer Ternan aftur í sigling um vikuskiftið
Ternan fer nú av aftur vogninum á Klaksvíkar sleipistøð
Mynd: Johnny Olsen  
 
10.05.2021 - 16:09

Leingi er tað, ið væl skal vera.

 Strandfaraskipið Ternan verður nú flotað.

Hon verið til klassingar á sleipistøðini í Klaksvík síðani í heyst.

Ætlanin var, at Ternan skuldi fara aftur í sigling fyri jól, men av tí at so nógv hevur verið at gera við skipið, er tað úrsett fleiri ferðir.

Erla Kongsdóttir hevur verið avloysaraskip á nólsoyarleiðini.

Tá Ternan er flotað aftur, verður hon royndarsigld.

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, hevur sagt, at Ternan eftir ætlan fer í sigling aftur um vikuskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008