Nógv færri ferðafólk í fjør

Nógv færri ferðafólk í fjør
420.000 fólk ferðaðust við flogfari í 2019, men í fjør vóru flogferðafólkini 176.000
Korona ávirkaði ferðafólkatalið nógv í fjør. Í fyrraárið komu og fóru 420.000 ferðafólk um flogvøllin. Í fjør var talið 176.000
 
07.05.2021 - 08:36

Tey, sum komu til Føroya, ella fóru úr Føroyum við skipi ella flogfari, vóru nógv færri í fjør enn í 2019.

Tey vóru beint oman fyri 200.000 í fjør og stívliga 470.000 í 2019.

Í 2019 vóru flogferðafólkini næstan 420.000, tey vóru 176.000 í fjør.

Við skipi ferðaðust 54.000 í 2019 og 26.000 í fjør, upplýsir Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109