Starvið væntandi lýst leyst av nýggjum

Starvið væntandi lýst leyst av nýggjum
Fasti gerðarrættur gav Lønardeildini viðhald í trætuni við felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum um starvið sum fakligur stjóri í Gigni
Tað var óheimilað stríðsstig hjá felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum at nokta limum sínum at søkja starvið sum fakligur stjóri í Gigni, sigur Fasti gerðarrættur
 
26.04.2021 - 10:06

Nú Fasti gerðarrætturin gav Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum viðhald í, at tað er óheimilað stríðsstig, tá felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum noktaði limum sínum at søkja starvið sum fakligur stjóri í Gigni, verður starvið væntandi lýst leyst av nýggjum.

Umsóknarfreistin var til á middegi fríggjadagin. Eingin umsókn kom, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.

Hann sigur, at helst verður starvið nú lýst leyst av nýggjum.

Elin Ziska hevur sagt seg úr stjórastarvinum. Hon fer 1. mai. Hon er í farloyvi úr einum starvi sum heilsufrøðingur í Gigni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369