Springaraveiðan í ár verður nú ásett

Springaraveiðan í ár verður nú ásett
Eingin kvota var í fjør, men 150 springarar vóru hildnir til í 2024
Hámarkið kom í sambandi við eftirmetingina av springaradrápinum í Skálafirði í 2021, tá ið 1.423 springarar vórðu hildnir til.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.02.2025 - 11:15

Nú verður ásett, hvussu nógvir springarar kunnu haldast til í ár.

Grindamannafelagið fer á fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum í morgin, har veiðan verður ásett eftir tilmæli frá NAMMCO um burðardygga veiðu.

NAMMCO er Norðuratlantsnevndin fyri umsiting av havsúgdjórum.

 

Eingin kvota í fjør

Eingin kvota var í fjør, men í 2022 vóru broytingar gjørdar í grindakunngerðini, og fyri 2022 og 2023 var í mesta lagi loyvt at veiða 500 skjórutar springarar um árið.

Hámarkið kom í sambandi við eftirmetingina av springaradrápinum í Skálafirði í 2021, tá ið 1.423 springarar vórðu hildnir til.

Sambært heimasíðuni Heimabeiti vóru 150 springarar hildnir til í fjør.

Fundurin verður í Fiskimálaráðnum í morgin kl. 9.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301