Føroyingar gista nógv meira á hotelli

Føroyingar gista nógv meira á hotelli
Í februar gistu 1.800 fleiri føroyingar á gistingarhúsi, og tað er tvær ferðir so nógv sum í sama mánað í fjør
Tað er serliga gistingarhúsini í høvuðsstaðnum, sum eiga lutfalsliga størsta partin av gistináttunum. Henda myndin er av Hotel Hilton Inn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.03.2021 - 14:46

Í februar vóru tilsamans 7.426 gistinætur á gistingarhúsunum í Føroyum. Tað eru næstan 900 fleiri samanborið við sama mánað í fjør.

Tað eru serliga gistingarhúsini í høvuðsstaðarøkinum, sum eiga lutfalsliga størsta partin av gistináttunum, sigur Hagstovan.

Í februar gistu 39 prosent færri danir á gistingarhúsunum enn sama mánað í fjør, meðan talið á fólkum úr øðrum londum minkaði niður í helvt.

1.800 fleiri føroyingar

Hinvegin vísa tølini, at føroyingar sjálvir brúka gistingarhúsini nógv meira. Í mun til februar í fjør gistu stívliga 1.800 fleiri føroyingar í februar í ár. Tað er tvífalt so nógv.

Hóast vøkstur er í gistináttum og innskrivingum, so er nýtslustigið væl lægri í februar í ár við einans 23,5 prosentum í mun til 35,1 prosent í februar í fjør.

Tvey nýggj gistingarhús vórðu liðug og tikin í nýtslu í fjør, og onnur vórðu útbygd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109