- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hálv millión fólk deyð av koronu í USA
Ein hálv millión fólk eru nú deyð av koronu í USA, eftir at farsóttin hevur gjørt um seg í eitt ár. Tað skrivar Washington Post.
Tøl frá Johns Hopkins Universiteti vísa tó, at talið ikki er komið rættiliga upp á 500.000 enn.
Fleiri enn 28 milliónir smittað
Nýggjastu tølini frá universitetinum í Baltimore, sum eru komin í morgun, siga, at 498.883 fólk eru skrásett at vera deyð av koronu í USA. Fleiri enn 28 milliónir fólk eru smittað.
USA er eisini tað landið í heiminum, har flest fólk eru skrásett at vera deyð av koronu. Fimta hvørt fólk í heiminum, sum er skrásett at vera deytt av koronu, er úr USA.
Ein hálv millión fólk er meira enn tað, sum búgva í Kansas City. Nærum líka nógv fólk búgva í Atlanta og Sacramento.