Fyrsta skotið fyri langhylinum latið av

Fyrsta skotið fyri langhylinum latið av
Hylurin skal vera liðugur í 2023. Hann kostar 147,5 mió. kr.
Frá vinstru: Edvin Joensen, J&K Petersen, Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Petur Páll Juul, J&K Petersen, spreingimeistari
 
16.02.2021 - 15:35

Fyrsta skotið í sambandi við langhylin í Gundadali í Havn varð latið av seinnapartin. Tað vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, sum trýstu á knøttin.

Byggifelagið J. & K. Petersen ger arbeiðið, sum fer at kosta 147,5 milliónir kr. Langhylurin skal eftir ætlan vera liðugur við árslok í 2023.

Arkitektafyritøkan SNA hevur teknað langhylin.

FINA verið uppií

Tórshavnar kommuna hevur í tilgongdini havt fundir við altjóða svimjisambandið FINA, sum hevur samskift við bygginevndina og teknisku fyrisitingina í komununi um staklutir í uppskotinum, so atlit verða tikin at øllum krøvum til altjóða kappingar.

Langhylurin í Gundadali kann umframt allar føroyskar kappingar eisini hýsa altjóða kappingum nógv áratíggju, sigur Tórshavnar kommuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Andaktin
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066