Ítróttarnevnd skipað í Runavíkar kommunu

Ítróttarnevnd skipað í Runavíkar kommunu
Tekniska nevnd og Umhvørvisnevndin eru lagdar saman í eina nevnd
Runavíkar kommuna hevur fingið itróttarnevnd
 
01.02.2021 - 09:25

Ein nýggj nevnd er komin í Runavíkar kommunu, Ítróttarnevndin.

Í fyrstu Ítróttarnevndini eru Pauli Poulsen, sum er formaður, Sonni Lamhauge Petersen, næstformaður, og Terje Beinar Vestergaard.

Varalimir eru Sæunn Ólavsdóttir Hansen og Kaja Joensen.

Tey eru øll í býráðnum.

Tekniska nevnd og Umhvørvisnevndina eru lagdar saman í eina nevnd, sum eitur Tøkni- og Umhvørvisnevndin.

Neyðugt var at broyta kommunustýrisskipanina fyri, at hetta kundi bera til.

Samtykt var at broyta kommunustýrisskipanina á býráðsfundinum hósdagin í síðstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109