Atlantsflog og flogvøllurin fáa tilsamans 115 mió.

Atlantsflog og flogvøllurin fáa tilsamans 115 mió.
Løgtingið hevur endaliga samtykt eykajáttanarlógina
Atlantsflog fær 100 milliónir í fíggjarligari innspræning
 
11.12.2020 - 15:39

Nú er greitt, at Atlantsflog og Vága floghavn fáa peningaliga innspræning úr landskassanum, í kjalarvørrinum av koronukreppuni.

Atlantsflog fær 100 milliónir krónur og Vága floghavn 15 milliónir kr. 

Løgtingið samtykti í dag endaliga eykajáttanarlógina, sum heimilar landsstýrismanninum at hjálpa flogfelagnum og flogvøllinum.

Við triðju viðgerð í dag løgdu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fram eitt broytingaruppskot um at játta Atlantsflogi eina hálva millión krónur aftrat teimum 100 milliónunum.

Peningurin skuldi brúkast at viðlíkahalda førleikarnar hjá uppsøgdu starvsfólkunum í Atlantsflogi.

Broytingaruppskotið varð felt.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947