Landið skal seta krøv um royk- og ljóðdálking

Landið skal seta krøv um royk- og ljóðdálking
Umhvørvispolitikkurin hjá Runavíkar kommunu er farin til hoyringar
Runavíkar kommuna miðar eftir at avmarka óljóðsstigið og útlátið frá virkseminum á havnarløgunum
 
19.11.2020 - 09:17

Runavíkar kommuna ætlar at leggja trýst á landsmyndugleikarnar fyri at fáa teir at áseta krøv um royk- og ljóðdálking og síggja til, at tey krøvini verða hildin.

Tað stendur í uppskotinum um umhvørvispolitikkin hjá Runavíkar kommunu, sum nú er til hoyringar.

Í uppskotinum er eitt brot um óljóð og útlát.

Har stendur, at Runavíkar kommuna miðar eftir at avmarka óljóðsstigið og útlátið frá virkseminum á havnarløgunum.

Roynt verður at finna eina loysn, har tað ber til at seta krøv til óljóðsstigið frá havnarvirkseminum fyri at stýra óljóðsstiginum gjøgnum dagin.

Miðað verður eisini eftir, at Runavíkar havn kann veita landstreym til tey størru skipini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109