Fleiri heilt ung í Føroyum brúka hørð rúsevni

Fleiri heilt ung í Føroyum brúka hørð rúsevni
Talið á ungum í Føroyum, sum brúka hørð rúsevni, veksur spakuliga, vísir kanning hjá Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu
 
13.11.2020 - 07:25

Tey heilt ungu í Føroyum brúka hørð rúsevni. Tað søgðu tey, tá tey vórðu spurd í fjør vár. Tey eru tó sera fá, men tølini eru vaksandi.

Í fjør søgdu 2,0 prosent seg hava roynt soppar, 1,4 prosent høvdu roynt amfetamin, 1,4 prosent ecstasy, 1,2 prosent høvdu tikið LSD, eisini 1,2 prosent høvdu roynt crack og 1,2 prosent heroin.

Seinastu 30 dagarnar høvdu 1,8 prosent sniffað eitt nú lím og tendraragass, søgdu tey. Í 2015 var hetta talið 2,4 prosent.  

 >> SÍ EISINI Færri dreingir men fleiri gentur roykja

3,5 prosent høvdu roynt hash. Tey vóru 1,2 prosent í 2015. Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu gjørdi kanningina í níggjunda flokki.

Hon hevur síðani 1989 kannað hugburð, atburð og vitan hjá næmingunum í níggjunda flokki um tubbak, rúsdrekka og rúsevni.

Kanningin er við evropeiskum samstarvi um slíkar kanningar. Tey, sum vóru í níggjunda flokki í fjør vár, vóru 15 ella 16 ára gomul. Tey eru fødd í 2003.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114