- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fá yvirlit: Soleiðis var valluttøkan í 2016
Fá yvirlit: Soleiðis var valluttøkan í 2016
Størsta valluttøkan í einari kommunu var 97,8 prosent. Minsta valluttøkan í einari kommunu var tá 78,4 prosent

Grafikkurin í greinini vísir, hvussu valluttøkan var í teimum 29 kommunum á valinum fyri fýra árum síðani
Mynd: kvf.fo
10.11.2020 - 07:51
Sannlíkindini fyri, at fólk í Fugloy fara á kommunuval í dag eru munandi størri enn at fólk í Skúvoy fara á kommunuval. Í øllum førum um hugt verður at tølunum á seinasta kommunuvalinum.
Tilsamans 97,8 prosent av øllum teimum, sum búðu í Fugloy 8. november í 2016 vóru á vali tá. Hinvegin vóru til samanberingar "bara" 78,4 prosent av fólkunum í Skúvoy og valdu ta ferðina.
Í 2016 høvdu 36.905 fólk í Føroyum valrætt á kommunuvalinum, og tá var valluttøkan í miðal 83,8 prosent fyri alt landið. Her eru tølini fyri valluttøkuna í teimum einstøku kommununum.
Trýst á prikkarnar í grafikkinum fyri neyv tøl í hvørjari kommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV