Viðmerkjarar: Spurningurin er, hvussu Dennis Holm fer frá

Viðmerkjarar: Spurningurin er, hvussu Dennis Holm fer frá
Endar málið við misáliti, verður torført hjá Erlingi Eidesgaard og Liljuni Weihe í Tjóðveldi at atkvøða ímóti, halda Eirikur Lindenskov og Árni Gregersen
Eirikur Lindenskov og Árni Gregersen gjørdu viðmerkingar til niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini í málinum um Dennis Holm í Breddanum fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.02.2025 - 13:16

Spurningurin er ikki, um Dennis Holm fer frá sum landsstýrismaður, men hvussu hann fer frá. 

Tað segði Eirikur Lindenskov, blaðstjóri í Sosialinum, í Breddanum fyrrapartin, eftir at landsstýrismálanevndin í gjár staðfesti, at hann ikki hevði heimild at broyta svartkjaftabýtið í fjør.

Sambært Árna Gregersen, journalisti, verður torført hjá politisku skipanini at gera annað, enn at taka niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini í álvara.

 

Dennis Holm

Frítekst tagging: 
Dennis Holm.

 

Endar við misáliti, halda báðir báðir viðmerkjararnir, at tað verður torført hjá tjóðveldistingfólkunum, Erling Eidesgaard og Liljuna Weihe, at atvøða ímóti. Tí í heyst vóru tey klár at atkvøða fyri misálitisuppskotinum móti Ingilín D. Strøm.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

270222025_Eirikur_og_Arni

 

Hoyr allan Breddan her.

 

Í gjár segði Aksel V Johannesen, løgmaður, at hann fór at gera viðmerkingar til málið í dag.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa orð á løgmann enn.

Vit hava eisini ringt til forkvinnuna í Tjóðveldi, Sirið Stenberg, og sent henni sms-boð.

Vit ætlaðu at spyrja hana, hvørja avleiðing tað fær fyri Dennis Holm, at landsstýrismálanevndin er komin til ta niðurstøðu, at hann hevur handlað í heimildarloysi.

Sirið Stenberg hevur ikki svarað okkum enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017