
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýriskvinnan fingið álit um landslæknaembætið

Álit um at yvirtaka uppgávurnar hjá landslæknaembætinum er handað Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum.
Hon skal nú taka støðu til, um landslæknaembætið og ávís onnur málsøki skulu yvirtakast í hesum samgonguskeiðnum.
Umframt uppgávurnar hjá landslæknaembætinum vísir arbeiðsbólkurin á møguleikar at yvirtaka málsøkini sjúklingarættindi, tvingsil í psykiatri, tvingsil í somatikk, rúsandi evni, vísindasiðseminevnd og kæru- og endurgjaldsmøguleikar.
Í mars í fjør setti táverandi landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, ein arbeiðsbólk við umboðum fyri føroyskar og danskar myndugleikar at útgreina og lýsa møguliga yvirtøku av landslæknaembætinum.
Í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn stendur, at yvirtøkan skal fyrireikast, og sambært Súsonnu Bertholdsen, verður støða tikin til málið í vár.