Dennis Holm fer frá sum landsstýrismaður

Dennis Holm fer frá sum landsstýrismaður
Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, hevur í dag biðið løgmann um at verða loystur úr starvi
Dennis Holm, nú fyrrverandi landsstýrismaður.
 
27.02.2025 - 16:40

Løgmaður hevur loyst landsstýrismannin úr starvi. Tað skrivar løgmansskrivstovan.

Løgmaður sigur í stuttari viðmerking, at:

“Landsstýrismálanevndin kann ikki staðfesta, at landsstýrismaðurin hevur brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna, men er komin við einari niðurstøðu um, at hann ikki hevði heimild fyri at broyta kunngerðina um svartkjaftakvotu. Ta niðurstøðuna taki eg til eftirtektar. Fyri at tryggja politiskan arbeiðsfrið eru vit komnir ásamt um, at best er at landsstýrismaðurin leggur frá sær.”

Løgmaður hevur somuleiðis gjørt av, at landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, fyribils røkir fiskivinnu- og samferðslumál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985