- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hóttir við at stevna

Í brævi frá Jógvani Pálli Lassen, advokati, í gjár til Eivind Jacobsen, sigur Jógvan Páll Lassen, at í grein á Vágaportalinum leggur Eivind Jacobsen Heðin Mortensen undir at at spekulera í grundøkjum og at umganga lógina, bæði moralskt og juridiskt.
Síðani skrivar Jógvan Páll Lassen "har tú - um eg skilji teg rætt - leggur hann undir at hava fingið vinning burtur úr einari sølu av partabrøvum."
Svarar eftir valið
Hetta eru skuldsetingar, sum, um tær verða lagdar fyri rættin, hava revsing við sær, sigur advokaturin hjá Heðini Mortensen.
– Eg skal tí siga frá, at um tú ikki alment tekur skuldsetingarnar aftur beinanvegin og biður um umbering fyri skriving tína, verði eg noyddur at leggja málið fyri rættin við kravi um revsing og endurgjald.
Tað skrivar Jógvan Páll Lassen til Eivind Jaobsen.
Eivind Jacobsen sigur við Vágaportalin, at hann fer at svara brævinum eftir kommunuvalið, sum verður í morgin.