- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólk í sóttarhaldi skulu brævatkvøða
Fólk í sóttarhaldi skulu brævatkvøða
Fólk í Tórshavnar kommunu, ið sita í sóttarhaldi, skulu ikki møta á sjálvum valstaðnum á kommunuvalinum týsdagin, minnir kommunan á

Býrt tú í Havn, og hevur fingið valkort, skalt tú brævatkvøða, sigur kommunan
09.11.2020 - 06:00
Tey, sum sita í sóttarhaldi, og sum búgva í høvuðsstaðarkommununi, kunnu greiða brævatkvøðu til á midnátt í kvøld.
Treytin fyri at greiða brævatkvøðu er, at atkvøðuseðilin er komin fram til kommununa áðrenn valhølini lata upp í morgin klokkan 10.
Fólk, ið skulu greiða brævatkvøðu í Tórshavnar kommunu, tí tey eru í sóttarhaldi, skulu venda sær til kommununa, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV