- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri eiga meira, enn tær skylda
Fleiri eiga meira, enn tær skylda
Níggju kommunur í Føroyum áttu fleiri pengar enn tær skyldaðu í fjør. Best fyri er Húsavíkar kommuna

09.11.2020 - 08:06
Húsavíkar kommuna átti 53.800 krónur fyri hvørt fólk í kommununi, sum umfatar bygdirnar Húsavík, Dal og Skarvanes. Hagstovan hevur gjørt upp fíggjarstøðuna hjá kommununum í 2019.
Aftaná Húsavík koma Hvannasund, Kunoy, Skúgvoy, Famjin, Viðareiði, Hov, Tórshavn og Skálavík. Hjá 19 kommunum er skuldin størri enn ognin.
Nógv mest skyldar Vágs kommuna, 41.000 krónur fyri fólkið. Nettoskuldin hjá kommununum í Føroyum er 8.900 krónur í miðal. Bara fimm kommunur skylda minni enn tað.
Hagstovan skrivar, at Fugloyar kommuna er ikki við, tí tølini fyri 2018 og 2019 ikki eru endaliga uppgjørd.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV