- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ógreitt hvar veðurstovnurin verður

Eingin støða er tikin til, hvar føroyski veðurstovnurin skal vera.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, í svari til Beintu Løwe, løgtingskvinnu, sum hevur spurt um málið.
Hvussu nógv fólk fara at starvast á stovninum, verður ikki greitt, fyrr enn fígging er fingin til vega, væntandi 1. januar, tá fíggjarlógin er avgreidd.
Tveir veðurfrøðingar
Men Jacob Vestergaard sigur, at miðast skal eftir at seta tveir veðurfrøðingar í fyrstu syftu, umframt starvsfólk, sum eru neyðug at veita og menna tænastuna.
Arbeiðið at menna stovnin verður eftir ætlan í neyvum samstarvi millum serfrøðingabólkin og umboð fyri Fiskimálaráðið, Vørn ella Havstovuna.
Jacob Vestergaard dugir ikki at siga, nær veðurstovnurin fer til verka, men arbeiðið at menna tænastuna byrjar sum skjótast, eftir at fígging er fingin til vega, sigur hann.