- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin smittaður við korona í gjár
Eingin smittaður við korona í gjár
Nú eru bert fimm fólk sjúk

01.11.2020 - 15:21
Eingin varð smittaður við korona í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Í gjár vórðu 320 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 154.278 kanningar gjørdar.
Nú hava 495 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. 490 fólk eru frísk aftur, og 5 fólk eru smittað í løtuni.
Eingin er lagdur inn á sjúkrahús við korona.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV