Undantøkini longd til mánadagin

Undantøkini longd til mánadagin
Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur júst gjørt av at leingja undantøkini fyri Landssjúkrahúsið fram til mánadagin klokkan 15
 
31.10.2020 - 12:10

Tað var hósdagin, at Landssjúkrahúsið boðaði frá, at støðan á sjúkrahúsinum ikki longur var trygg. Í gjár gjørdu sjúkrarøktarfrøðingarnir tí av at geva Landssjúkrahúsinum neyðugu undantøkini fram til seinnapartin í dag. Men júst í hesi løtu hevur Óluvá í Gong, forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, boðað Landssjúkrahúsinum frá, at undantøkini verða galdandi til mánadagin klokkan 15.

Tað stendur annars framvegis í botni millum felagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum og lønardeildina hjá fíggjarmálaráðnum.

Partarnir vóru saman á fundi í ein góðan tíma seinnapartin í gjár, men fundurin broytti ikki støðuna. Hvørgin parturin vil geva seg. Semingsstovnurin luttók á fundinum í gjár, og tað gjørdi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eisini.

Í dag hevur onki samband verið millum partarnar.

Løgmaður, sum hósdagin heitti á partarnar um at seta seg við samráðingarborðið, fyri at sleppa undan at leggja upp í verkfallið við lóg, sigur í dag, at "málið liggur enn hjá samráðingarpørtunum at loysa".

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Mikudag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
191208
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114