- Tíðindi, mentan og ítróttur
Starvsfólk eisini tilboð um ókeypis koppseting

Tilboðið um ókeypis koppseting fyri beinkrím verður nú víðkað, so at ávís starvsfók á heilsu- og umsorganarøkinum eisini fáa hetta í boði.
Tað sigur Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi í morgun.
Frammanundan fáa fólk eldri enn 67 ár, og tey, sum eru yngri enn 67 í vandabólkum vegna sjúku ella brek, eisini tilboð um ókeypis koppseting fyri beinkrím.
Talan er um starvsfólk, sum arbeiða við viðgerð, røkt og umsorgan av fólki, sum eru í serligum vanda fyri at fáa álvarsligar sjúkugongdir, um tey verða rakt av influensu, sum nú eisini fáa tilboð um ókeypis koppseting.
At hesi starvsfólk nú kunnu lata seg koppseta, er tískil við til at verja sjúklingar og fólk í vandabólki móti influensu, sigur Heilsumálaráðið.