Verkfallið rakar nú eisini Suðuroyar sjúkrahús

Verkfallið rakar nú eisini Suðuroyar sjúkrahús
Sjúkrarøktarfrøðingarnir herða verkfallið uppaftur meira
Sjúkrarøktarfrøðingarnir á seingjardeildini á Suðuroyar sjúkrahúsi fara nú eisini í verkfall
 
27.10.2020 - 15:30

Suðuroyar sjúkrahús verður nú eisini rakt av verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum boðar nú frá, at sjúkrarøktarfrøðingarnir á seingjardeildini á Suðuroyar sjúkrahúsi fara í verkfall hósdagin klokkan 15.

Samstundis verður verkfallið á Landssjúkrahúsinum víðkað.

Seinnapartin hósdagin fara sjúkrarøktarfrøðingarnir á seingjardeildini á A3 og á dagskurði á Landssjúkrahúsinum eisini í verkfall.

Tað stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni millum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina, og í gjár søgdu semingsmenninir, at teir gera ikki meira fyribils.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114