Atlantsflog og flogvøllurin fáa nú hjálp

Atlantsflog og flogvøllurin fáa nú hjálp
Uppskot um eykajáttan er lagt fyri tingið
Landið setur tilsamans 115 milliónir krónur í Atlantsflog og Vága floghavn
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.10.2020 - 14:21

Uppskotið um eykajáttan, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fyri tingið, vísir umleið 129 milliónir krónur í halli.

Meginparturin av eykajáttanini fer til Atlantsflog og Vága floghavn. Skotið verður upp, at landið setur 100 milliónir krónur í Atlantsflog  og 15 milliónir í Vága floghavn, í kjalarvørrinum av koronukreppuni. 

Kenna sviðan av afturgongdini

Landsstýrið sigur, at koronufarsóttin hevur síðani mars mánaði havt við sær, at ógvuslig minking hevur verið í flogferðsluni kring allan heim, og tað hava Atlantsflog og Vága floghavn eisini merkt.

Stóra afturgongdin hevur havt við sær, at inntøkurnar eru minkaðar, og at kassin er drenaður.

Tí er neyðugt, at landið kemur við kapitalinnskoti í Atlantsflog og Vága floghavn, sigur landsstýrið. Uppskotið um eykajáttan kemur til viðgerðar í tinginum hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050