Norröna: Tvey fólk smittað við koronu

bannari
Norröna: Tvey fólk smittað við koronu
Tvey fólk ávegis til Íslands hava fingið staðfest COVID-19 í eftirliti, tá ferðafólkini vórðu kannað
Savnsmynd
 
25.10.2020 - 14:44

Tvey fólk, sum eru á veg til Íslands við Norrönu, hava fingið staðfest COVID-19. Tað váttar Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, fyri útvarpinum.

Tað var í samband við kanningar av ferðafólkunum, at royndirnar vístu, at tvey ferðafólk hava smittuna. Ferðafólkini - og hini fólkini, fólkini ferðast saman við - eru avbyrgd, sigur Rúni Vang Poulsen.

Tey smittaðu ferðafólkini halda ferðina fram til Íslands sum ætlað. Tá fólkini koma til Íslands gera myndugleikarnir í landinum har av, hvat síðani skal henda.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114