Fastan kommunulækna til ellisheimini

Fastan kommunulækna til ellisheimini
Eitt uppskot um at hava fastan kommunulækna til ellis- og røktarheimini hevur undirtøku í løgtinginum
 
22.10.2020 - 06:18

Uppskotið hjá Framsókn um at hava fastan kommunulækna knýttan at ellis- og røktarheimum hevur undirtøku í løgtinginum.

Trivnaðarnevndin tekur undir við uppskotinum og mælir til at samtykkja tað. Nevndin heldur, at uppskotið er skilagott.

Men Trivnaðarnevndin leggur tó stóran dent á, at ikki verður bygd upp ein nýggj skipan til hetta endamálið, sum ger, at uppskotið fer at hava meirkostnað við sær.

Atkvøtt verður um málið á tingfundinum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114