Eingin smittaður í Grønlandi

bannari
Eingin smittaður í Grønlandi
16 fólk hava verið smittað av koronu, og øll eru frísk aftur
Henrik L. Hansen er landslækni í Grønlandi
 
21.10.2020 - 14:29

Eingin er smittaður við korona í Grønlandi í løtuni, upplýsir landslæknaembætið.

7. oktober gjørdist ein sjúkur, sum kom úr útlandinum, og dagin eftir gjørdist ein sjúkur aftrat, tí viðkomandi hann hevði verið í samband við tann smittaða.

Báðir eru nú frískir aftur, og tí er eingin smittaður í løtuni, upplýsir landslæknin.

Í Grønlandi hava 16 fólk verið smittað av koronu, men nú eru øll 16 eru frísk aftur.

Fleiri enn 10.000 fólk eru kannað í Grønlandi, skrivar Sermitsiaq.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114