Ein nýggjur tilburður

bannari
Ein nýggjur tilburður
1.503 kanningar vórðu gjørdar í gjár
 
17.10.2020 - 16:31

Ein nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Viðkomandi er partur av smittuketu, sum landslæknin fylgir. Tann smittaði er avbyrgdur, og landslæknin er farin undir smittusporingina.

Í gjár vórðu 1.503 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 144.882 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 483 fólk fingið staðfest koronusmittuna í Føroyum. Tilsamans eru 472 fólk staðfest frísk aftur, og sostatt eru 11 fólk staðfest smittað í løtuni.

Eingin er innlagdur í sambandi við koronusmittuna í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114