Evropeisk lond herða nú tiltøkini móti koronu

Evropeisk lond herða nú tiltøkini móti koronu
Macron, forseti, hevur lýst heilsukreppu í Fraklandi, og leygardagin kemur útgongubann í gildi
Emmanuel Macron, forseti í Fraklandi, hevur lýst útgongubann í París og fýra øðrum stórum býum
 
15.10.2020 - 10:41

Koronusmittan breiðir seg skjótt í fleiri evropeiskum londum, og myndugleikarnir boða frá fleiri tiltøkum fyri at steðga smittuni.

Franski forsetin, Macron, hevur boðað frá, at frá leygardegnum verður ikki loyvt at ganga úti í høvuðstaðnum, París, og í fýra øðrum stórum býum, frá klokkan níggju  á kvøldi til klokkan seks um morgunin. Tað eru líknandi stig, sum vóru sett í verk í vár, tá koronusmittan fór at breiða seg.

Samstundis lýsti franski forsetin heilsukreppu í landinum, tí tilburðirnir av korona økjast skjótt.

Frammanundan hevur franska stjórnin biðið fólk nýta masku, tá tey eru úti, og skeinkistøð og matstovur skulu steingja fyrr um kvøldið.

Í  Spania hava myndugleikarnir givið boð um, at skeinkistøð og matstovur í Barcelona og aðrastaðni Katalonia skulu lata aftur í tvær vikur. Tað verður eisini gjørt fyri at steðga smittuni.

Talan er um eitt keðiligt, men neyðugt stig, sigur virkandi leiðarin í Katalonia, Pere Aragones.

10 fólk kunnu savnast í Týsklandi

Umboð fyri týsku stjórnina høvdu í gjár fund við landspartastjórninar, og har var semja um bert at loyva 10 fólkum at savnast í teimum økjunum, har smittan ger mest um seg, skrivar DPA.

Í meinast raktu økjunum verða fleiri enn 50 smittað um dagin, fyri hvørji 100.000 fólk.

Í økjum, har fleiri enn 35 verða smittað um dagin, hava fólk fingið boð um at hava masku, tá tey eru úti.

Angela Merkel, samveldiskanslari, umhugsar eisini møguleikan at steingja matstovur og skeinkistøð, har smittan ger mest sum seg, skrivar Ritzau. Men tað tóku landspartaumboðini ikki undir við.

Tá spurdi samveldiskanslarin, um tað ikki er best at seta tiltøkini í verk nú, heldur enn at halda fund hvørja viku í vetur, og vísti sína misnøgd við støðuna.

Í Týsklandi eru fleiri enn 5.000 tilburðir skrásettir seinasta samdøgrið, og tað er tað mesta síðani í vár.

Tvífalda bótina í Portugal

Frá í dag mugu bert fimm fólk vera saman í Portugal, og myndugleikarnir hava gjørt av at tvífalda bótina, um brot verður framt, upp í umleið 75.000 kr.

Loyvt er 50 fólkum at koma saman, tá talan er um brúdleyp ella barnadóp, men allar skúlaveitslur eru avlýstar.

Í Bretlandi breiðir smittan seg skjótt, og tað hevur fingið myndugleikarnar í Wales at steingja fyri fólki úr meinast raktu økjunum í Onglandi, Skotlandi og úr Norðurírlandi.

Tað verður gjørt til tess  at forða fyri, at fólk bera smittuna til Wales, sigur fyrstiráðharrin, Mark Drakeford, við Reuters.

Johnson undir trýsti

Boris Johnson, forsætisráðharri, er undir trýsti at seta fleiri umfatandi tiltøk í verk fyri at steðga smittuni. Tað hevur hann higartil víst aftur, tí tað verður ein vanlukka fyri landið, sigur hann.

Í Norðurírlandi eru skeinkistøð og matstovur stongd.

Í Hollandi komu nýggj tiltøk í gjár, og nú eru skeinki- og matstøð stongd í minst tvær vikur, og søla av rúsdrekka er ikki loyvd eftir klokkan átta á kvøldi, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981