- Tíðindi, mentan og ítróttur
Koronuvirus livir leingi á fartelefonini
Tað er almenna australska kanningarstøðin, CSIRO, sum hevur gjørt kanningina, skrivar bretska kringvarpið, BBC.
Australska kanningin gevur ábendingar um, at koronuvirusið kann vera virkið í 28 samdøgur á glattum flatum, so sum telefonskermum, rustfríum stáli og á pengaseðlum.
Treytin er kortini, at virusið er í myrkri og at hitin er støðugur á 20 stigum. Til samaberingar verður nevnt, at vanligt krímvirus kann vera virkið í 17 samdøgur undir somu viðurskiftum, upplýsir BBC.
Nakrir granskarar halda lítið um kanningina
Kanningin vísir greitt, at koronuvirsusið er seigt, og var virkið styttri tíð undir heitari umstøðum, enn undir kaldari umstøðum. Kanningin vísti, at virusið steðgaði við at breiða seg eftir einum samdøgri í 40 hitastigum.
Aðrir granskarar halda ikki nógv um nýggju kanningina, tí tað er longu prógvað, at ultraviolett ljós ger av við virusið, skrivar BBC.
Millum annað segði Emanuel Goldman, professari, longu í juni, at smáir møguleikar vóru fyri, at koronuvirusið breiddi seg á glattum flatum.
Stjóri verjir kanningina
Ein annar granskari, Ron Eccles, frá universitetinum í Cardiff, sigur tað vera at leypa óneyðugan ótta á fólk, at siga teimum, at virusið kann vera virkið so leingi.
Stjórin á australsku kanningarstovuni, Larry Marshall, verjir kanningina.
– Við at fáa greiðu á, hvussu leingi virusið kann vera virkið á sløttum flatum, kunnu vit vera við til at avmarka breiðsluna, og harvið kunnu vit verja fólk, sigur hann.