Anna Malan Jógvansdóttir heiðrað

Anna Malan Jógvansdóttir heiðrað
Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundur og listakvinna, hevur fingið Ársins sálarheilsuvirðisløn 2020.
 
11.10.2020 - 13:42

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, handaði í gjárkvøldið Onnu Malan Jógvansdóttir Ársins sálarheilsuvirðisløn 2020 á altjóða sálarheilsudegnum.

Landsstýrismaðurin segði, at Anna Malan er ein stór fyrimynd fyri mong, sum stríðast, og koma fyri seg aftur. 

Hon eigur stóra tøkk fyri, at hon gjøgnum sína rit- og myndlist gevur okkum loyvi at verða klókari og ríkari, segði Kaj Leo Holm Johannesen.

Anna Malan Jógvansdóttir hevur millum annað givið út fleiri yrkingarsøvn, og í fjør gav hon út hybridbókina "Psykosudrotningin sigur frá", har hon greiðir frá lívinum við psykosu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109