- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lóg um el-innleggjarar er kappingaravlagandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/21a3d36d9ef258a3a043e8632454aedd.png?itok=mkQdPor5)
Føroya handverksmeistarafelag er als ikki nøgt við lógaruppskotið hjá landsstýrinum um at løggilda el-innleggjarar.
Felagið sigur bart út í hoyringarsvari, at uppskotið grevur burtur undan trygdini, og tað er harafturat kappingaravlagandi.
Endamálið við lógini er annars at hava tryggar el-innleggingar.
Tí er tað undranarvert, sigur Handsverksmeistarafelagið, at førleikin at gera el-arbeiði ikki verður settur í hásætið.
Vilja hava uppskotið broytt
Lógin er eisini kappingaravlagandi, tí fríyrkis el-innleggjarum ikki nýtist at rinda tær útreiðslur, sum standast av at reka eina fyritøku.
Handverksmeistarafelagið sigur, at alneyðugt er at broyta lógaruppskotið, so el-innleggjarar skulu hava fastan bústað í Føroyum, frítíðarløggildingar skulu strikast, og bara útbúnir elektrikarar skulu kunnu fáa løggilding.
Lógaruppskotið var eisini til hoyringar í januar.
Tá segði Handverksmeistarafelagið, at uppskotið tekur lægsta prís fram um trygdina, tá elarbeiði verða boðin út.
Og uppskotið er ov lagaligt viðvíkjandi útlendskum el-innleggjarum í Føroyum.