ES-listar um tiltøk móti Russlandi skulu dagførast

ES-listar um tiltøk móti Russlandi skulu dagførast
Uppskot um broytingar í kunngerðini er farið til hoyringar
Nýggjar reglur um avmarkandi tiltøk eru um farmaskip og tangaskip, sum vera knýtt at russiska hervaldinum. (Savnsmynd)
 
12.02.2025 - 10:35

ES-listarnir um tiltøk móti Russlandi skulu dagførast.

Tí er uppskot um broyting í kunngerðini um avmarkandi tiltøkini gjørt og sent til hoyringar.

Talan er um útflutning til Russlands og innflutning haðani.

Nýggjar reglur um avmarkandi tiltøk eru um farmaskip og tangaskip, sum vera knýtt at russiska hervaldinum.

Harumframt vera upplýsingarkrøvini nágreinað í sambandi við umsóknir um undantak frá avmarkandi tiltøkunum.

Reglurnar um revsing vera tillagaðar í hesum sambandi.

Ummælisfreistin er týsdagin 25. februar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238