- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingsforkvinnan í Grønlandi
Løgtingsforkvinnan í Grønlandi
Føroyingarnir fáa gjøgnumgongd um nýggju lóggávuna, sum forðar fyri, at grønlendskir flokkar vera stuðlaðir við útlendskum pengum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/mimi_og_bjort.jpg?itok=IhstvOgM)
Mimir Karlsen, forkvinna í grønlendska landstinginum, og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.
13.02.2025 - 09:05
Løgtingsforkvinnan, Bjørt Samuelsen, og embætisfólk hjá løgtinginum eru í Grønlandi.
Mimi Karlsen, forkvinna í landstinginum, er vertur.
Bjørt Samuelsen er farin til Nuuk at kunna seg um arbeiðið og mannagongdir í landstinginum og samskifta um mál og royndir av felags áhuga.
Vitjað var eisini í grønlendska tjóðsavninum, í býarsavninum í Nuuk og hjá Umboðsmanninum.
Føroyingarnir fáa eina gjøgnumgongd um nýggju lóggávuna, sum forðar fyri, at grønlendskir flokkar verða stuðlaðir við útlendskum pengum.
Føroyska ferðalagið fer heimaftur í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV