Málið um bygningarnar í Hoydølum dregur út

Málið um bygningarnar í Hoydølum dregur út
Næsta stig hjá kommununi er at samtykkja at broyta almennu- og serstøku byggisamtyktina fyri Hoydalar
Tá liðugt er at matrikulera, kann sølan til landið fremjast, í fyrsta lagi seint í heyst. 
 
13.02.2025 - 12:10

Tað verður ikki enn á sinni, at spurningurin um bygningarnar í Hoydølum verður svaraður.

Tað skilst á svari, sum fíggjarnevndin hevur fingið úr Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.

Landið skuldi lata Tórshavnar kommunu partar av Hoydølum fyri Venjingarskúlan.

 

Málið tikið úr Yvirfriðingarnevndini

Málið liggur hjá Tórshavnar kommunu, eftir at kommunan hevur tikið málið um at broyta almennu og serstøku byggisamtyktina fyri Hoydalar aftur úr Yvirfriðingarnevndini, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

Semja er millum kommununa og Yvirfriðingarnevndina um, at málið bleiv tikið aftur, tí neyðugt er ikki hjá Yvirfriðingarnevndini at taka støðu til málið, fyrr enn talan verður um eitt byggimál.

Næsta stig hjá kommununi er at samtykkja at broyta almennu- og serstøku byggisamtyktina fyri Hoydalar.

Tá tað er gjørt, fer málið í Býarskipanarnevndina hjá landinum, sum skal góðkenna uppskotið um broyting.

 

Í fyrsta lagi í heyst

Tá liðugt er at matrikulera, kann sølan fremjast, í fyrsta lagi seint í heyst. 

Eingin fíggjarlig ella materiell heimild er fyri at selja ognirnar í fíggjarlógini fyri 2025.

Málið er ikki nýtt. Tað byrjaði í mai 2023 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050