- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðgerðardóm fyri blygdanarskemd
Viðgerðardóm fyri blygdanarskemd
Dømdi maðurin hevur biðið um stundir at umhugsa, um hann skal fara í landsrættin við dóminum í Føroya rætti
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/foroya_raettur_3_0.jpg?itok=__wsKrhN)
Maðurin noktaði seg sekan í rættinum, og hann tók ikki við dóminum.
14.02.2025 - 16:00
Ein 47 ára gamal maður hevur fingið viðgerðardóm í Føroya rætti fyri blygdanarskemd.
Maðurin var ákærdur fyri at vísa fyri sær fimm ferðir, fyrstu ferð í 2022.
Hann noktar seg sekan.
Hann tók ikki við dóminum, men bað um stundir at umhugsa, um hann skal fara í Landsrættin við dóminum hjá Føroya rætti.
Fólkini, sum eru í ákæruritinum, eru øll vaksin, kvinnur og menn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV