Tilboð eru ikki altíð tilboð

Tilboð eru ikki altíð tilboð
Fleiri átalur er givnar, eftir Brúkaraumboðið hevur kannað sonevndu "ja-takk" tilboðini. Talan er ikki altíð um verulig tilboð
Rannvá Sólheim, brúkaraumboð
 
15.02.2025 - 10:14

Fleiri handlar hava fingið átalu frá Brúkaraumboðnum fyri ikki at kunnu skjalprógva, at sokallaðu ja takk tilboð veruliga vóru tilboð.

Tað boðar Brúkaraumboðið sjálvt frá.

Tað var í november 2024, at Brúkaraumboðið gjørdi stakroyndir av sokallaðum ja takk tilboðum í 11 handlum.

Eitt ja takk tilboð er eitt tilboð, har handlar bjóða brúkarum á sosialum miðlum at skriva ja takk til at keypa vørur fyri ein tilboðsprís. 

Brúkaraumboðið bað tey vinnurekandi um at skjalprógva príslækkingina fyri fleiri “Ja takk tilboð”, soleiðis at staðfestast kundi, um talan var um verulig tilboð. 

Eisini kannaði Brúkaraumboðið, um handlarnir høvdu havt vøruna til sølu í rúma tíð undan tilboðnum.

Av teimum 11 handlunum, sum Brúkaraumboðið kannaði vóru tað bara tveir, Vøruhúsið á Hjalla og FK í Tórshavn, sum megnaðu at skjalprógva undanprísin fyri allar vørurnar, ið spurt varð um fyri umbidna tíðarskeiðið. 

Hjá hinum handlunum vóru feilir í ella megnaðu teir ikki at skjalprógva undanprísin.

Harumframt staðfestir Brúkaraumboðið, at í fleiri førum vísti tað seg, at handlar marknaðarføra eina vøru sum “Ja takk tilboð”, og vísa á ein undanprís sum ikki er veruligur, tí handilin als ikki hevur havt vøruna til sølu frammanundan tilboðnum. 

Hetta var galdandi fyri allar stakroyndirnar hjá Ambod.fo, og fyri einstakar stakroyndir hjá Á í Fuglafirði og Á við Sundsvegin. 

Brúkaraumboðið hevur givið handlunum átalu fyri hesi brot.

Hjá Bygma Balslev vóru eisini onkrir feilir funnir. T.d. vísti tann eina stakroyndin, at ein vøra hevði verið til sølu í tvær vikur undan tilboðnum - har kravið er 4 vikur.

Harumframt vístu stakroyndirnar, at Koppur & Kanna, í 2 út av 5 stakroyndum hava upplýst skeivan undanprís. 

Í tí eina førinum var talan um ein lægri undanprís í lýsingini, meðan Koppur & Kanna, í 1 út av 5 stakroyndum, og Á í Fuglafirði, í 1 út av 4 stakroyndum, hava upplýst ein hægri undanprís í lýsingini, enn hann í veruleikanum var. 

Sambært Brúkaraumboðnum er hetta villleiðandi fyri kundan, sum fær eina fatan av, at sparingin er størri, og tilboðið er betri, enn tað í veruleikanum er. Brúkaraumboðið hevur givið handlunum átalu fyri hesi brot.

Hjá Inn í Klaksvík vóru eisini feilir. Millum annað var ikki víst á upprunaligan prís á tilboðsvøru, hóast talan var um vøru, sum handilin vanliga hevði til sølu. Í slíkum føri eigur upprunaprísur at upplýsast.

Manglandi telduskipan við eini funktión at vísa prís aftur í tíð, hevur eisini verið ein orsøk til, at fleiri av handlunum ikki hava megnað at skjalprógva ein undanprís í ávikvist 4 og 6 vikur undan tilboðnum. 

Hesin trupulleikin vísti seg serliga hjá Mammulig.fo, Eikini og EL-Handlinum á Tvøroyri. 

Aðrir handlar høvdu eisini hesa avbjóðing, men megnaðu at leita fram sølukvittanir fyri seldu vørurnar, fyri at kunna skjalprógva undanprísin í umbidna tíðarskeiðnum á bestan hátt, skrivar Brúkaraumboðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd.
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Leygardag 15. februar
Upp á tá - 140225
187806
Leygardag 15. februar
Morgunlestur leygardagur 15.februar 2025
186668
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616