Stórar ósemjur millum vestanveldini

Stórar ósemjur millum vestanveldini
Fleiri europeiskir stjórnarleiðarar eru í øðini inn á USA, nú stór trygdarráðstevna er í týska býnum München.
Olof Scholz, týskur samveldiskanslari
 
15.02.2025 - 10:28

Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, langaði út eftur amerikanska varaforsetanum, J. D.Vance, á trygdarráðstevnuni í týska býnum München.

Í gjár fanst amerikanski varaforsetin at týsku politisku flokkunum fyri ikki at vilja samstarva við høgravíðgongda Alternative für Deutschland.

- Hetta ger man bara, serliga ikki tá man er millum vinir og sameind. Tað eru vit sum avgera, hvussu vit røkja okkara fólkaræði, segði Olof Scholz í morgun.

Ráðstevnan snýr seg fyrst og fremst um Ukraina og trygdina í Europa, men í síni røðu í gjár nevndi J. D. Vance hvørki, men valdi heldur at finnast at europeisku londunum.

Tað er heldur ikki fallið í góða jørð, at USA longu alment at kalla hevur latið landaumráði í Ukraina til Russlands áðrenn nakrar friðartinginingar yvirhøvur eru byrjaðar.

Fyri løtu síðan helt ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj talu á ráðstevnuni. Hann nevndi umfatandi russisk álop á Ukraina dagin fyri ráðstevnan byrjaði, og at Russland hevur í hyggju at senda hermenn til Hvítarusslands. Hann mælti eisini til ein europeiskan her, so avgerðirnar verða tiknar í Evropa og onga aðrastaðni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd.
187771
Leygardag 15. februar
Jambalaja - 150225
187814
Leygardag 15. februar
Upp á tá - 140225
187806
Leygardag 15. februar
Morgunlestur leygardagur 15.februar 2025
186668
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762
Fríggjadag 14. februar
Veðrið
187798
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616