Føroyskir fangar í Danmark skulu hava betri umstøður

Føroyskir fangar í Danmark skulu hava betri umstøður
Kriminalforsorgin hevur fingið tilsøgn frá Føroyahúsinum, um at tey, sum hava útfaringarloyvi og onga staðni at fara, kunnu vera í Føroyahúsinum
Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri.
 
14.02.2025 - 08:18

Kriminalforsorgin ger alla tíðina tiltøk, sum gera tað lættari hjá fólki úr Føroyum, sum eru í varðhaldi, ella sita dóm í Danmark.

Direktoratet for Kriminalforsorgen hevur givið Peter Hummelgaard, løgmálaráðharra, upplýsingar at brúka í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Í fjør tilnevndi Kriminalforsorgin eitt fólk, sum veit nógv um Føroyar, ein "videnperson."

Hetta fólkið samskipar samskiftið millum kriminalforsorgirnar í Danmark og í Føroyum um ítøkilig mál.

 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður. 

 

Kunnu vera í Føroyahúsinum

Kriminalforsorgin hevur fingið tilsøgn frá Føroyahúsinum, um at tey, sum hava útfaringarloyvi og onga staðni at fara, kunnu vera í Føroyahúsinum. 

Í sambandi við lógina um fótfjøtur hevur Blái krossur í Føroyum tvey útslúsingarpláss í Ávegishúsinum.

Dagføringar í KT-kervinum gera tað lættari at finna munin millum føroyskar og danskar reglur.

 

Longri vitjanir

Og í fyrsta ársfjórðingi í ár verður skipað so fyri, at tey, sum eru í varðhaldi ella sita í Danmark, fáa fleiri og longri vitjanir, eisini í vitjanaríbúðum, sama um tey hava børn ella ikki.

Tey fáa eisini endurgjald fyri ein part av tí, tey brúka til telefon.

Direktoratet for Kriminalforsorgen fer haraftrat í fyrsta ársfjórðingi at gera vegleiðing um serligar reglur og serlig viðurskifti, sum eru galdandi fyri fangar úr Føroyum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791