- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin smittaður í gjár
Heldur ikki í gjár var nøkur koronusmitta staðfest í Føroyum.
Tølini á korona.fo eru dagførd í morgun, og ongin broyting er frá leygardegnum.
Sostatt eru framvegis 37 fólk smittað í løtuni, og 423 fólk eru vorðin frísk aftur.
337 kanningar vórðu gjørdar í gjár.
Í løtuni sita 228 fólk í sóttarhaldi, og ongin er innlagdur fyri koronu.
Sama smittukelda
Lars Fodgaard Møller, landslækni sigur, at tey nú halda, at allir smittutilburðirnir síðstu tíðina er ein og sama smittuketa.
Landslæknin metir tí, at tey hava tamarhald á hesi smittuketu, tí flestu tilburðirnir í seinastuni hava verið fólk, sum hava sitið í sóttarhaldi.
Tað ganga tó framvegis nakrir dagar aftrat áðrenn hetta kann sigast fyri vist.
Landslæknin dugir ikki at siga, hvar smittuketan byrjaði. Tey hava ikki funnið nakran smittaðan, sum hevur verið uttanlands, sigur Lars Fodgaard Møller.
Hóast tamarhald nú tykist vera á hesi smittuketuni, mælir Landslæknin tó framvegis til varsemi, at halda frástøðu og handreinføri.