Trý afturat smittað

Trý afturat smittað
Tríggir koronusmittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum 
Nú eru greinaðar knappliga 127.000 kanningar í Føroyum.
 
26.09.2020 - 14:20

Tríggir koronusmittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. 

Øll eru smittað í Føroyum og øll eru í somu smittuketu. 

Í gjár vórðu 1.250 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru greinaðar. Nú eru gjørdar 126.940 kanningar í Føroyum.

Nú hava 460 fólk fingið staðfest koronusmittuna í Føroyum. 

43 smittað

417 eru vorðin frísk aftur. Tí eru 43 fólk smittað í løtuni.

Eingin er innlagdur við koronusmittu.

Nú eru 229 fólk í sóttarhaldi.

Landslæknin hevur staðfest, at ein tilburður frá 21.september, sum var positivur, var ikki positvur kortini, so hann telur ikki við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109