Tunnilsfelagið flytur til Saltangará í desember

Tunnilsfelagið flytur til Saltangará í desember
Felagið hevur leigað ovastu hæddina við Heiðaveg 57, har sum millum annað Posta er
Skrivstovan hjá Vágatunlinum og Norðoyatunlinum flytur til Saltangará seinni í ár
 
27.08.2020 - 10:53

Í desember í ár flytur felagið, sum umsitur vágatunnilin og norðoyatunnilin, úr Havn til Saltangará.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Aksel V. Johannesen, løgtingsmann.

Felagið, sum rekur vágatunnilin og norðoyatunnilin, skuldi flyta til Saltangará á nýggjárinum í ár.

Men felagið er enn í Havn.

Hevur drigið út

Í ólavsøkurøðuni í 2018 segði Aksel V. Johannesen, sum tá var løgmaður, at tunnilsfelagið skuldi flyta úr Havn til Runavíkar á nýggjárinum tá. 

Tann ætlanin bleiv tó av ongum.

Men felagið skuldi so flyta á nýggjárinum 2020. Tað bleiv heldur ikki. Felagið hevur leigað ovastu hæddina við Heiðaveg 57, har sum millum annað Posta er.

Men hølini skuldu umvælast, og tað hevur drigið út. Millum annað korona er orsøkin til tess.

Leiga verður tó ikki goldin fyri hølini, fyrr enn tey eru klár at flyta í, væntandi í desember.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109